Sølvá Jansdóttir Joensen

Eg eri ein heilt vanlig 26 ára gomul kvinna, fødd og uppvaksin í Klaksvík. Eri stórasystir, kona og mamma, og eg elski nutella.

Líka síðani eg kann minnast havi eg íðka ítrótt. Havi altíð havt áhugað í heilsuni, havt stóra viðring fyri kroppinum og havi altíð havt áhugað fyri at eta heilsugott og at røra meg. Hóast ungdómsárini ikki eru brúkt uppá at eta heilsugott og regluliga venjing, hevur tankin um tann heilsugóða lívsstílin altíð verið har, og allarhelst gjørt at eg eftir lokið studentsprógv fór til Keypmannahavn at lesa føðslu og heilsu. Tað angri eg ikki eina løtu!

Í lestrartíðini niðri, valdi eg eisini at taka útbúgving sum persónligur venjari. Hetta hevur givið mær enn meira møguleikar á míni yrkisleið, og úrslitið er at eg í dag eri sjálvstøðug vinnurekandi og kann liva av tí eg elski. Nevnliga at gera onnur fólk meira tilvitað um góða heilsu.