MammuPOWER

DKK600.00 / mðr

So byrjar okkara væl umtókta mammuPOWER skeiðið aftur ✅

Hetta er skeiðið til mammuna, ið er í barnsburðarfarloyvi 🤱🏽 Skeiðið har vit byggja upp og styrkja kroppin eftir barnsburð, sjálvandi saman við øðrum kvinnum í akkurat somu støðu sum tú 💃🏽

Skeiðið er til tín, ið ynskir at koma í gongd við at venja eftir barnsburð, fáa eina fríløtu, finna rørslugleðina og fáa pulsin upp og sveittan fram.

Børnini eru sjálvandi vælkomin við, tey sleppa at hyggja at meðan mammurnar venja, tú kanst geva tá tú vilt og hava ein steðg tá tú vil. Til mammuPOWER leggja vit dent á at styrkja kroppin, vit gera vanligar Fullpower venjingar har vit bæði brúka kropsøvilsir og eisini amboð – alt kann tillagast til hvønn einstakan, tí tað er jú so ymiskt hvussu støðið er.

Vit byrja mánadagin 17.januar og koyra á í 5 vikur hvønn mána- og mikudag kl 10.10 💪🏼

Kostnaður 600kr

Tað ræður um at skunda sær, tí plássið er avmarkað

7 in stock

Category: