Kalsoyar súkkling 2022

DKK300.00

Categories: ,

Vørulýsing

Finn tær hjálmin, pannulyktina og endurskinsvestin fram, smyr ketuna og KOM AVSTAÐ við Fullpower til Kalsoynna!

Leygardagin 13.august skipa vit í Fullpower aftur fyri eini wellari súkkluútferð á Kalsoynni.

Sam loysir úr Klaksvík kl 08.00, síðani súkkla vit frá Syrðadali norð á Trøllanes.
Á Trøllanesi seta vit súkklurnar frá okkum, strekkja beinini, ganga okkum ein túr í bygdin og hugna okkum saman eina løtu áðrenn leiðin gongur til Mikladals. Har fara vit at eta matpakka og eisini gera okkurt stuttligt (meira kunning um hetta seinni).

Sam syglir av Syrðadali kl 14.20.

Kostnaður 300kr (íroknað ferðaseðil).

Tá tú hevur goldið fyri útferðina her á síðuni ert tú endaliga tilmeldað/ur.

NB: um veðrið als ikki verður tilvildar verður útferðin útsett