Vísur øll 2 úrslit

  • Fullpower HEIMA

    300 DKK

    Fullpower HEIMA er til tín, ið ynskir at fáa venjingina gjørda nær sum helst og hvar sum helst. Fullpower HEIMA eru heimavenjingar frá okkum til tín. Venjingar, ið kunnu gerast á stovugólvinum, í kjallaranum, á køksgólvinum ella á ferðini – ja hvar sum helst. Hvønn mána-, miku- og fríggjadag fært tú eina nýggja Fullpower venjing,…

  • STARTSKOT

    1,999 DKK eftir 2-mðr 450 DKK / mðr

    Hug at byrja at fáa venjing inn sum ein fastan vana?

    Byrja við at melda teg til Fullpower STARTSKOT og vit hjálpa tær í gongd.

    STARTSKOT skeiðið koyrir í 8 vikur har tú hevur óavmarkaða atgongd til allar okkara liðtímar ígjøgnum vikuna, umframt at tú hoyrir til eitt lukkað hold sum møtist tvær ferðir um vikuna at venja saman týsdagar kl 20.00 og hósdagar kl 19.00.

    Umframt gjølla upplæring í øllum Fullpower venjingarháttum er hetta við í skeiðnum:

    • Møguleiki fyri at vigast og mátast (vika 1,4 og 8)
    • Lukkaður facebookbólkur har vit heppa og stuðla hvørjum øðrum
    • Fyrilestur um góðir vanar ísamband við venjing v/Sølvá
    • Heimavenjing hvørja viku á facebookbólkinum

    Og nógv annað, sum hjálpir og stuðlar tær á leiðini til at broyta tínar kost og rørslu vanar.

    Okkara royndir siga okkum at tað at verða ein partur av einum lukkaðum holdið er gullvert og trygt um tú ynskir at byrja okkurt nýtt! So tak vinkonuna, vinmannin, mammuna, svágin ella onkran annan við tær og melda tykkum til STARTSKOT.

    STARTSKOT byrjar týsdagin 10.januar

    Ger nakað gott fyri teg sjálva/n, melda til og blív ein partur av Fullpowerfamiljuni!