Vísur øll 7 úrslit

  • Fullpower HEIMA

    300 DKK

    Fullpower HEIMA er til tín, ið ynskir at fáa venjingina gjørda nær sum helst og hvar sum helst. Fullpower HEIMA eru heimavenjingar frá okkum til tín. Venjingar, ið kunnu gerast á stovugólvinum, í kjallaranum, á køksgólvinum ella á ferðini – ja hvar sum helst. Hvønn mána-, miku- og fríggjadag fært tú eina nýggja Fullpower venjing,…

  • Placeholder

    Fullpower heimavenjing

    200 DKK / mðr
  • FullpowerKEMPA

    450 DKK / mðr

    Fullpower tryggjar tær úrslit, ið halda – vit kalla tað #følmunin. Kom við, melda teg til lim og blív ein FullpowerKEMPA.

    Vit bjóða skipaðar fjøllbroyttar liðtímar fyri øll, bæði roynd sum óroynd.

    Sum FullpowerKEMPA kanst tú millum annað ganga til morgunvenjing, boksing, víkingar, grund, 5’ara, 2’ara ella prøva eitt sindur av hvørjum – tað er upp til tín. Vit eru tilreiðar at taka ímóti tær og koyra á teg. Kom og royn Fullpower og føl munin!

  • Gávubræv

    300 DKK600 DKK
  • Jól í Fullpower

    250 DKK

    Fríggjadagin 9.desember er Fullpower jólaborðhald á skránni. Vit fara sum undanfarin ár at eta saman, spurnarkapping verður á skránni og sjálvandi stuttlig spøl. Jólaborðhaldi byrjar kl 19.00 í Fullpower. Upplagt er at koma til 4’arin kl 16.10 og fáa eina wella jólavenjing áðrenn jólatrummirummi. Kostnaður 250kr. Í roknað prísin er matur, vælkomstdrykkur, kaffi og okkurt…

  • Open Gym

    1,000 DKK
  • STARTSKOT

    1,999 DKK eftir 2-mðr 450 DKK / mðr

    Hug at byrja at fáa venjing inn sum ein fastan vana?

    Byrja við at melda teg til Fullpower STARTSKOT og vit hjálpa tær í gongd.

    STARTSKOT skeiðið koyrir í 8 vikur har tú hevur óavmarkaða atgongd til allar okkara liðtímar ígjøgnum vikuna, umframt at tú hoyrir til eitt lukkað hold sum møtist tvær ferðir um vikuna at venja saman týsdagar kl 20.00 og hósdagar kl 19.00.

    Umframt gjølla upplæring í øllum Fullpower venjingarháttum er hetta við í skeiðnum:

    • Møguleiki fyri at vigast og mátast (vika 1,4 og 8)
    • Lukkaður facebookbólkur har vit heppa og stuðla hvørjum øðrum
    • Fyrilestur um góðir vanar ísamband við venjing v/Sølvá
    • Heimavenjing hvørja viku á facebookbólkinum

    Og nógv annað, sum hjálpir og stuðlar tær á leiðini til at broyta tínar kost og rørslu vanar.

    Okkara royndir siga okkum at tað at verða ein partur av einum lukkaðum holdið er gullvert og trygt um tú ynskir at byrja okkurt nýtt! So tak vinkonuna, vinmannin, mammuna, svágin ella onkran annan við tær og melda tykkum til STARTSKOT.

    STARTSKOT byrjar týsdagin 10.januar

    Ger nakað gott fyri teg sjálva/n, melda til og blív ein partur av Fullpowerfamiljuni!